Fyrr í dag leiktu Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad fyrsta dystin í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Aarhus tapti á útivølli 0-2 fyri HB Køge, ið skoraði bæði málini innanfyri átta minuttir í seinna hálvleiki.
Aarhus Fremad er triðniðast í niðara endaspælinum við 27 stigum. Teir eru bert fýra stig frammanfyri HB Køge, ið er á næstaftasta plássinum, ið merkir niðurflyting til triðbestu deildina aftaná lokið kappingarár. Tí var tað eyka óheppið, at Aarhus tapti í dag.
Komandi leygardag klokkan 13 tekur Aarhus Fremad móti B93 á Riisvangen leikvøllinum í Aarhus.











