David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town eru trý stig frá gylta sjeynda plássinum í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two, ið gevur rætt til at spæla dystir um uppflyting. Grimsby hevur 65 stig á tíggjunda plássinum. Chesterfield hevur 68 stig á sjeynda plássinum, men hevur spælt ein dyst meira enn Grimsby.
Í dag spældi Geza allan dystin, tá Grimsby á útivølli vann 2-0 á Crawley. Jaze Kabia og Harvey Rodgers skutu málini innanfyri teir fyrstu 36 minuttirnar av dystinum.
Geza fær karakterin 7,2 frá Flashscore/Soccerstand og 6,9 (av 10 møguligum) frá Sofascore fyri avrikið í dag.
Komandi leygardag klokkan 15 hevur Grimsby dyst á heimavølli móti Crewe, ið er eitt stig frammanfyri Grimsby. Tí er sera týðandi, at Geza og liðfelagarnir vinna hendan dystin.











