AB tók risafet ímóti uppflytingini

1. DEILD: Nú eru argjamenn níggju stig og betri málmun undan kappingarneytanum

Nú tað eru sjey umfør eftir at spæla í 1. deild, skal tað vilja heilt illa til, um AB ikki verður annar uppflytarin, tá ið kappingin verður liðug um tveir mánaðir.

 

Í dag styrktu argjamenn um sína støðu í kappingini um at flyta upp. AB vann 3-0 á heimavølli ímóti næstbesta liðnum hjá KÍ, og tá ið B71, ið er einasti avbjóðarin í kappingini um uppflytingarpláss, bara fekk eitt stig við sær úr Leirvík, so styrkti AB av álvara um sína støðu.

 

AB hevur 50 stig, og B71 hevur 41 stig, og málmunurin hjá AB er +33, meðan hann hjá B71 er +9.

 

Ímóti KÍ í dag var tað Brian Jakobsen, sum í 18. minutti legði heimaliðið á odda. Uppleggið átti Gunnar Reynslág. Hetta var fjórðu ferð, síðani hann í summar aftur varð AB spælari, at Brian Jakobsen var málskjútti.

 

Tølini siga, at AB støðugt var greitt omaná. KÍ vann tvey hornaspørk, og AB vann 12 hornaspørk.

 

Heimaliðið hevði 25 royndir á og við síðuna av málinum hjá KÍ, meðan gestirnir sambært dystir.fo høvdu tríggjar royndir á og við síðuna av AB málinum.

 

Dávid B. Andreasen, sum undan steðginum var á KÍ miðvøllinum, varð ikki á vøllinum eftir steðgin.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki varð 2-0. Málskjútti var Jeremiah Mensah Okornoe, sum fýra minuttir frammanundan hevði avloyst Trónd á Høvdanum. Hetta var triðja ferðin í ár, at 21 ára gamli framrættaði ghanesiski spælarin, sum í vetur flutti úr MB og til AB, var málskjútti í næstbestu deildini.

 

Fýra minuttir undan leikloki staðfesti eyðsýndi Luca Ørsted Thorstensen trivaliga heimasigurin. Hetta var aðru ferð í ár, at 21 ára gamli danski álopsspælarin var málskjútti í næstbestu deildini.

 

Hjá KÍ sá Issah Ahmed Latif gula kortið fyri aðru ferð í 77. minutti. Tað ber við sær, at hann verður ikki á listanum, tá ið besta KÍ liðið í morgin fer at spæla á heimavølli ímóti HB.

 

AB fer fríggjadagin at spæla á heimavølli ímóti ÍF.

 

KÍ, sum er á sjeynda plássi við 20 stigum, fær fríggjadagin vitjan av B36.