Filmsframleiðarin og leikstjórin Per Holst er deyður

Per Holst stóð aftan fyri filmar sum »Barbara«, »Pelle Erobreren« og »Zappa«. Hann doyði í dag 86 ára gamal.

Per Holst andaðist friðarliga heima leygarnáttina 86 ára gamal, sambært soninum Anders K. Holst. (Arkivmynd). - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Danski filmsframleiðarin Per Holst, sum er kendur frá fleiri donskum filmum sum »Pelle Erobreren« og »Zappa« – og tann í Føroyum so kenda filmin »Barbara«, sum Nils Malmros leikstjórnaði eftir skaldsøguni hjá Jørgen-Frantz Jacobsen, andaðist leygarkvøldið 86 ára gamal.

Tað upplýsti sonurin Anders K. Holst fyri Ekstra Bladet og TV 2.

Danski filmsframleiðarin og leikstjórin hevur síðan áttatiárini framleitt eina langa røð av týðandi filmum hjá millum øðrum Nils Malmros, Helle Ryslinge, Lars von Trier og Bille August.

Hansara yrkisleið innan filmslist byrjaði í 1956, tá hann fekk starv sum hjálparleikstjóri hjá Nordisk Film.

Næstu árini gjørdi hann fyrst og fremst stuttfilmar og reklamufilmar. Samstundis framleiddi hann barnafilmin »Bennys Badekar« í 1968 um einsamalla drongin, Benny, sum gerst vinur við ein høsnarunga.

Men tað var serliga í áttatiárunum, at arbeiði hansara við spælifilmsframleiðslu tók dik á seg.

Tað var eitt áratíggju, har Holst samstarvaði við leikstjóran Nils Malmros um »Kundskabens træ«, »Skønheden og udyret« og »Aarhus by night«.

Umframt at vera framleiðari, var hann eisini leiksstjóri í vælumtókta biografilminum »Walter og Carlo - op på fars hat«.

Serliga er hann mintur fyri sítt arbeiði saman við virðislønta leikstjóranum Bille August. Per Holst var millum annað framleiðari av ungdómsfilmunum »Zappa« og »Tro, håb og kærlighed«.

Samstarvið millum Bille August og Per Holst kom í hæddina við Oscar- og Gullpálmavinnaranum »Pelle Erobreren« frá 1987.

Við tíðini gjørdist navnið hjá Per Holst eitt dygdarmerki í sær sjálvum, skrivar filmsblaðið Ekko.

Royndi filmsframleiðarin hevði eisini eyga fyri nýggjum talentum í donsku filmsvinnuni.

Millum annað var Per Holst framleiðari á fyrsta spælifilminum hjá filmsleikstjóranum Lars von Trier "Forbrydelsens Element" frá 1984, sum varð úttikin til høvuðskappingina á filmsstevnuni í Cannes.

Tað var ikki bara arbeiðið at framleiða og leikstjórna spælifilmar, reklamufilmar og sjónvarpsrøðir, sum fylti yrkisleiðina hjá Holst.

Frá 1991 til 2002 var hann stjóri í Nordisk Film og stovnaði síðani framleiðslufyritøkurnar PH3 og Astafilm.

Harumframt var hann frá 2000 til 2005 formaður í stýrinum fyri Evropeiska Filmsskúlan.

Eftir Per Holst sita fýra synir og konan, Kristina Holst.

 

/Ritzau/

 

Per Holst andaðist friðarliga heima leygarnáttina 86 ára gamal, sambært soninum Anders K. Holst. (Arkivmynd). - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix