Gullbrandur í Horni Øregaard var enn eina ferð liðskipari hjá Sandnes ULF, ið tíðliga í dag spældi dyst á útivølli móti Pors í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.
Sandnes sum er oddalið hevði favorittleiklutin, men hann megnaðu teir ikki at liva upp til. Pors vann nevnliga dystin 4-2.
Gullbrandur javnaði til støðuna 2-2 í 82. minutti, men í yvirtíðini skoraði heimaliðið tvær ferðir.
Tað merkir, at vinnur Sotra á Træff í morgin dettir Sandnes av fyrsta plássinum.
Sandnes hevur 35 stig, og Sotra hevur 34 stig. Gullbrandur og liðfelagarnir kunnu veruliga iðra seg.
Sunnudagin 31. august hevur Sandnes heimadyst móti Jærv.