Betrideildin: Heimaliðini eru greiðir favorittar hjá veddingarfyritøkunum

Her eru miðaloddsini upp á teir fýra dystirnar, ið vera leiktir seinnapartin í dag

Savnsmynd frá 2024

Fýra dystir vera leiktir í Betrideildini hjá monnum í dag. Talan er um 20. umfar.

 

Klokkan 15 eru dystirnir hesir: KÍ-HB við Djúpumýru í Klaksvík, B36-B68 á ovara vølli í Gundadali í Havn, og NSÍ-FC Suðuroy við Løkin í Runavík.

 

Klokkan 17.15 byrjar dysturin í Sarpugerði í Norðragøtu millum Víking og EB/Streym.

 

Hjá altjóða veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á hesar fýra dystirnar eru heimaliðini øll greiðir favorittar. Tað er serliga NSÍ, ið hevur eina stóra favorittstøðu í heimadystinum móti FC Suðuroy.

 

KÍ hevur minstu favorittstøðuna, men eru framvegis greiðir favorittar hjá veddingarfyritøkunum at vinna dystin móti HB.

 

HER eru miðaloddsini upp á teir fýra dystirnar:

 

##med2##

 

Savnsmynd frá 2024