Hanus og liðfelagarnir hava tapt tveir dystir á rað

Tað gongur einki serligt hjá NK Triglav

 

Tveir teir seinastu dystirnar er Hanus Sørensen byrjaður inni fyri NK Triglav í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini. 

 

Tað hevur tó gingið illa hjá NK Triglav í hesum báðum dystunum.  Leygarkvøldið tapti NK Triglav á útivølli 0-2 (0-1) fyri Grosuplje. 

 

Í farnu viku taptu Hanus og liðfelagarnir 1-2 (1-1) fyri Beltinci á heimavølli.

 

NK Triglav er á einum ellinta plássi í deildini við trimum stigum fyri tríggjar dystir.

 

Grosuplje er fremst í deildini við níggju stigum.

 

Bert tað fremsta liðið flytur beinleiðis upp í bestu deildina aftaná lokið kappingarár. Næstfremsta liðið má spæla dystir móti næstaftasta liðnum í bestu deildini um rættin at spæla í bestu deildini. 

 

Komandi leygardag spælir NK Triglav dyst á útivølli móti Ilirija.