Tað var fullsett á Hybel Arena leikvøllinum í Horsens, tá Adrian R. Justinussen og liðfelagarnir í AC Horsens spældu seinasta dystin í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Mótstøðuliðið var Kolding, ið seinastu tíðina hevur klárað seg uttan Meinhard E. Olsen.
Ein sigur kundi við 100 prosents vissu tryggja AC Horsens uppflyting til bestu deildina. Leikti AC Horsens javnt mátti Esbjerg vinna á heimavølli við 13 málum móti oddaliðnum, Lyngby fyri at taka annað plássið frá AC Horsens.
AC Horsens gjørdi sína skyldu og vann dystin 1-0. Kristian Kirkegaard skoraði sigursmálið í 55. minutti. Esbjerg vann 2-1 á Lyngby, men teir mugu taka til takkar við triðja plássinum.
HER ber til frá Viasat Sport at síggja sigursmálið hjá AC Horsens.
Adrian var skiftur út í 91. minutti, og nú kann hann stórfegnast um eitt skiftið úr Hillerød, ið eisini loysti seg ítróttarliga.
Adrian hevur í hesum kappingarárinum skotið 12 mál fyri Hillerød og AC Horsens, og hann hevur lagt upp til fýra mál.
Lyngby vann deildina við 60 stigum. AC Horsens fekk 54 stig á øðrum plássinum, og Esbjerg gjørdist nummar trý við 52 stigum. Liðið hjá Poul Kallsberg og Pæturi J. Petersen, Hillerød endaði á fjórða plássinum við 50 stigum. Hvidovre hevur 46 stig á fimta plássinum, og Kolding hevur 38 stig á sætta plássinum.
Í seinasta dystinum í hesum kappingarárinum vann Hillerød á heimavølli 2-1 á Hvidovre. Frederik Heiselberg skoraði sigursmálið í yvirtíðini.
Poul Kallsberg kom á vøllin í 26. minutti fyri ein skaddan Hakim Sulamana. Pætur var á vøllinum seinasta korterið av dystinum.
Gomlu føroyingaliðini, FC Fredericia og Vejle flyta niður úr superliguni, og skulu kappast í næstbestu donsku fótbóltsdeildini komandi kappingarár.











