Pætur J. Petersen fer aftur at spæla við B36

Torgeir Børven fer heim aftur til Noregs

Mynd: B36

B36 boðar frá á facebookvanga sínum:

 

Broytingar í hópinum: Pætur er aftur í B36

 

Pætur Petersen flytur aftur til Føroya og B36 at spæla. Hann verður tøkur, tá flytingarvindeygað letur upp tann 15. juni.

 

Pætur var sum orkuríkur álopsspælari ein av stuðulsspælarunum í B36 í fjør og valdi í vetur at fara til Danmarkar at royna seg í Hillerød.

 

Nú kemur hann aftur til Føroya at verða partur av B36.

 

- Eg veit, at B36 er í stórari menning sum felag, og eg eri bæði fegin og spentur um aftur at gerast partur av teimum ætlanum, sum arbeitt verður við. Sum ungdómsspælari fekk eg gott í beinini í B36, og eg treivst eisini sera væl í B36-húsinum í fjør, so eg ivaðist ikki, tá hesin møguleikin kom, sigur Pætur, sum fer at spæla við nummar 11 á rygginum.

 

Tað fer hann, tí Torgeir Børven, sum hevur spælt við nummar 11, samstundis takkar fyri seg í B36. 34 ára gamli framherjin spældi sín seinasta dyst á Toftum í gjár, har hann skeyt eitt mál, umframt at hann fekk brotssparkið, sum Bogi Reinert-Petersen sendi í netið.

 

Tað er í sátt og semju, at hann gevst í B36, og tað er av persónligun ávum, at hann fer aftur til Norra.

 

- Vit hava sum familja havt tað sera gott í Føroyum og halda, at tíðin er nú tann rætta at fara aftur til Norra, sigur Torgeir Børven.

 

Børven spældi 14 dystir og skeyt seks mál fyri B36. B36 takkar honum fyri tíðina og orkuna, sum hann hevur lagt í B36-húsið. Skrivar B36. 

 

Mynd: B36