Adrian R. Justinussen var 81 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í AC Horsens vunnu týðandi 1-0 sigur á Esbjerg í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Sigursmálið var eitt sjálvmál, ið var skotið miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Horsens er triðfemst í ovara endaspælinum við 44 stigum. Teir hava sama stigatal sum næstfremsta liðið, Hvidovre. Lyngby er langt fremst við 54 stigum.
Liðið hjá Poul Kallsberg og Pætur J. Petersen, Hillerød er bert eitt stig aftanfyri Horsens. Sunnudagin klokkan 15 hevur Hillerød torføran dyst á útivølli móti Lyngby.
Liðið hjá Meinhardi E. Olsen, Kolding hevur 34 stig á sætta plássinum.
Sunnudagin klokkan 12 hevur Kolding dyst á heimavølli móti Hvidovre.











