Várkonsert hjá Musikkskúlanum í Vági

Mánadagin 11. Mai skipar Musikkskúlin í Vági fyri árligu várkonsertini. Konsertin byrjar klokkan 17:00, og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Á konsertini fara næmingarnir at framføra tónleik, sum teir hava arbeitt við í heyst, og partar av skránni verða eisini framførdir saman við lærarum.

 

- Okur gleða okum at bjóða foreldrum, familjum og øllum tónleikaáhugaðum til eina hugnaliga løtu við góðum tónleiki í Auluni, sigur Petur Martin Johannesen, musikkskúlaleiðari.

 

Konsertin verður hildin í Auluni í Vágs skúla, skrivar vagur.fo.