Tað gongur framúr væl hjá Adrian Justinussen í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Adrian skoraði eitt mál í tveimum teimum fyrstu dystunum fyri Hillerød hetta kappingarárið, og í kvøld gjørdist hann tann stóra hetjan í heimadystinum móti Roskilde.
Hillerød vann 2-0 á Roskilde. Adrian skoraði bæði málini og var valdur at vera besti leikarin í dystinum.
Tá 37 minuttir vóru leiktir legði Adrian Hillerød á odda aftaná hornaspark. Bólturin kom fyri føturnar á Adrian, ið hegnisliga sendi bóltin í netið til 1-0.
2-0 málið var vørumerkið hjá Adrian, nevnliga eitt beinleiðis fríspark. Tá 77 minuttir vóru leiktir sendi Adrian hetta frísparkið í málið uttan møguleika hjá Marco Brylov í Roskilde-málinum at bjarga.
HER ber til frá Viasat at síggja frísparksmálið hjá Adrian.
Hillerød hevur fýra stig aftaná trý umfør, og er nummar fimm í deildini. Adrian hevur skotið fýra mál í trimum teimum fyrstu dystunum hetta kappingarárið.
Komandi mikudag klokkan 17 spælir Hillerød dyst í donsku steypakappingini á útivølli móti Næstved.
Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia vóru fyri fyrsta tapinum og stigamissinum hetta kappingarárið í kvøld.
Á útivølli í grannauppgerðini tapti Fredericia 0-1 fyri Kolding. Sambært Fredericia Dagblad átti Fredericia tvey brotsspørk, ið ikki vóru dømd.
Mathias var noteraður fyri sjey bjargingar í dystinum. Kolding skoraði sigursmálið tá bert 41 sekund vóru leikt av seinna hálvleiki.
HER ber til frá Viasat at síggja sigursmálið hjá Kolding.
Fredericia hevur seks stig aftaná trý umfør, og er nummar tvey í deildini við seks stigum.
Komandi týsdag klokkan 17 spælir Fredericia dyst í donsku steypakappingini á útivølli móti Ringkøbing.