Tað sigur Margit Stórá í svari til ein § 52a-fyrispurning frá Sámali Peturi í Grund.
Sambært landsstýriskvinnuni lønar tað seg longu í dag at arbeiða sum pensjónistur hjá teimum, sum eru fødd eftir 1952. Hon vísir á, at mótrokningarprosentið er lækkað til 20 prosent, at arbeiðsinntøka ikki ávirkar útgjaldið úr Samhaldsfasta, og at pensjónistar hava serligar skattaligar fyrimunir.
Hon leggur eisini dent á, at skipanin verður smidligari frá 1. januar 2027, tá fólkapensjónin verður regulerað mánaðarliga í staðin fyri við eini árligari eftirrokning.
Kostar 40-45 milliónir krónur
Almanna- og bústaðamálaráðið metir, at tað hevði kostað landskassanum umleið 40 til 45 milliónir krónur um árið at strika mótrokningina av arbeiðsinntøku.
Harumframt eru umleið 560 fólk, sum hava útsett fólkapensjónina. Um hesi øll fóru at taka fulla pensjón beinanvegin, hevði tað svarað til nærum 58 milliónir krónur í útgjøldum. Landsstýriskvinnan vísir tó á, at hetta í høvuðsheitum hevði verið talan um framskundaðar útreiðslur.
Hægstu inntøkurnar fáa størsta ágóðan
Margit Stórá staðfestir, at tað serliga eru pensjónistar við høgum arbeiðsinntøkum, sum høvdu fingið gagn av eini broyting.
Sambært svarinum hevði størsti fíggjarligi vinningurin verið upp til 122.556 krónur um árið hjá teimum, sum forvinna mest.
Í 2025 vóru sambært landsstýriskvinnuni 30 til 40 fólkapensjónistar, sum høvdu arbeiðsinntøku omanfyri eina millión krónur.
– Pensjónistar uttan arbeiðsinntøku ella við lágari arbeiðsinntøku høvdu fingið lítlan ella ongan fíggjarligan ágóða, skrivar hon.
Føroyskir pensjónistar arbeiða nógv
Landsstýriskvinnan vísir á, at føroyskir pensjónistar longu arbeiða nógv meira enn javnaldrarnir í grannalondunum.
Í Føroyum eru 48 prosent av teimum, sum eru 65 til 74 ár, arbeiðsvirkin. Í Danmark er talið 23 prosent.
Millum 69 ára gomul vóru 62 prosent í Føroyum arbeiðsvirkin í 2025, meðan talið í Danmark var 20 prosent. Av teimum føroysku 69 ára gomlu høvdu 38 prosent eina arbeiðsinntøku oman fyri 100.000 krónur.
Hon heldur tí ikki, at ein avtøka av mótrokningini hevði økt arbeiðsútboðið so nógv, at tað hevði fíggjað tær almennu meirútreiðslurnar.
Kortini sigur Margit Stórá, at landsstýrið ætlar at endurskoða skipanina við mótrokning í sambandi við arbeiðið at fremja samgonguskjalið, har bæði sosial, búskaparlig og arbeiðsmarknaðarlig atlit skulu takast.










