Tíðliga í nátt hevði løgreglan eitt harðskapsmál - ella eitt skipað harðskapsmál - sum tað verður rópt.
Tað var nevniliga stutt eftir midnátt, at ein kvinna á einum skeinkistaði í Havn skar ein mann í andlitið, bringuna og armin við einum brotnum glasi.
- Vit vita, hvør kvinnan er, og vit hava eisini havt samband við hana í telefonini.
Men, kvinnan var ikki serliga samstarvshugað og vildi ikki siga fyri løgregluni, hvar hon er.
- Tískil leita vit nú eftir kvinnuni, sum framdi harðskapin í nátt, visti vaktleiðarin at siga í morgun.
Vaktleiðarin legði aftrat, at kvinnan veit, at løgreglan leitar eftir henni, og tí ger hon best við sjálv at koma á støðina.
Sum skilst, kendust kvinnan, sum framdi harðskapin og maðurin, sum varð skorin, men tey eru ikki par, veit løgreglan at siga.










