Vit liva í einari tíð, har heimurin broytist skjótari enn nakrantíð síðani Seinna Heimsbardaga.
Kríggið í Ukraina, óvissan um framtíðarleiklutin hjá USA, vaksandi kinesisk ávirkan, russiskt hernaðarligt virksemi í Norðurhøvum og alt størri strategiski áhugin fyri Arktis hava flutt Norðurlond úr útjaðaranum og inn í miðdepilin í altjóða trygdarpolitikkinum.
Í einari slíkari tíð er tað ikki nóg mikið bert at tosa um norðurlendskt samstarv.
Vit mugu menna tað.
Tað er júst tí, at arbeiðið við at dagføra Helsingforsavtaluna er ein av teimum týdningarmestu politisku tilgongdunum, sum Norðurlond hava sett í verk í mong ár.
Ikki tí at fortíðin var skeiv, men tí at menningin, tøkniligu frambrotini, broytingarnar í samfeløgunum síðani seinastu dagføringina í 1996 – og ikki minst framtíðin – krevja nógv meira enn tað, sum verandi avtala fevnir um.
Samstarvið má tillagast nýggjum heimi
Helsingforsavtalan hevur í meira enn seks áratíggju verið grundarlagið undir tí mest væleydnaða økisbundna samstarvinum í heiminum.
Men hon varð seinast dagførd í 1996 – áðrenn hybridkríggj, netálop, heimsfarsóttir, orkukreppur og geopolitisk kapprenning um Arktis gjørdust partur av okkara gerandisdegi.
Í dag eigur avtalan eisini at fevna um felags trygd, tilbúgving, veitingartrygd og mótstøðuføri.
Vit eiga at byggja upp eitt veruligt norðurlendskt tilbúgvingarsamstarv, har londini hjálpa hvørjum øðrum skjótari, meira skipað og meira bindandi enn í dag. Tí er tað sera gleðiligt, at júst hesi mál vóru samtykt á seinasta fundinum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum í Føroyum í juni í ár.
Tilbúgving nógv meira enn verja
Tá vit tosa um tilbúgving, hugsa nógv fyrst um hernað.
Men verulig samfelagstilbúgving er nógv breiðari.
Hon snýr seg um at tryggja, at fólk fáa streym, vatn, heilivág, mat, internet, fjarskifti og brennievni – eisini tá kreppur raka.
Norðurlond eiga tí at samstarva um:
• felags strategiskar goymslur av heilivági og lívsneyðugum vørum,
• felags innkeyp av heilivági, tilbúnaði og neyðugari útgerð,
• felags innkeypsskipanir, sum geva betri prísir og størri veitingartrygd,
• felags flutnings- og veitingarloysnir í kreppustøðum,
• verju av kritiskum undirstøðukervum, fjarskifti, orkuveiting og nettrygd,
• styrkta tilbúgving í Norðuratlantshavi.
Fá øki í heiminum hava so nógv felags áhugamál sum Norðurlond.
Tað eigur eisini at síggjast aftur í okkara tilbúgving.
Londini eiga sjálvi at kunna velja
Ein annar týdningarmikil partur av dagføringini er spurningurin um javnrætt.
Føroyar, Grønland og Áland eiga at fáa sama møguleika sum hini Norðurlondini at gerast fullgildir limir í bæði Norðurlendska Ráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum – um og tá tey sjálvi ynskja tað.
Hetta er ein spurningur um javnstøðu.
Eingin eigur at verða noyddur. Men eingin eigur heldur at verða forðaður.
Eitt nútímans norðurlendskt samstarv eigur at byggja á javnbjóðis rættindi og frítt val fyri øll átta londini og sjálvstýrandi økini.
Norðuratlantshavið vorðið miðdepilin
Í dag liggur eitt av heimsins mest strategisku havøkjum beint uttan fyri okkara dyr.
Norðuratlantshavið og Arktis hava alstóran týdning fyri trygd, sjóvegis flutning, orkuveiting, fiskivinnu, gransking og altjóða samskifti.
Her hava Føroyar, Grønland og Ísland serliga ábyrgd og serligar royndir.
Tað hevði verið óskil at byggja eina framtíðar norðurlendska trygdar- og tilbúgvingarskipan uttan fulla luttøku frá teimum londum og økjum, sum kenna hesi øki best.
Sterkur Norðurlendskur felagskapur
Norðurlond telja einans umleið 28 milliónir íbúgvar.
Men saman eru vit heimsins 10. størsti búskapur, ein av fremstu granskingarøkjunum og eitt øki við nøkrum av sterkastu demokratisku siðvenjunum í heiminum.
Samstarvið eigur tí ikki bert at snúgva seg um mentan og søgu.
Tað eigur eisini at fevna um trygd, tilbúgving, felags innkeyp, veitingartrygd, tøkni, gransking, orku og verju av okkara kritisku undirstøðukervum.
Júst her kann eitt styrkt norðurlendskt samstarv gera størstan mun.
Framtíðin byrjar nú
Dagføringin av Helsingforsavtaluni er meira enn ein løgfrøðilig tillaging.
Hon er ein møguleiki at skapa eitt nýtt norðurlendskt samstarv, lagað til 21. øldina.
Eitt samstarv, har Føroyar, Grønland og Áland fáa møguleikan at standa javnbjóðis við hini Norðurlondini og har týðandi nýggj samstarvsøkið verða tikin við eisini soleiðis sum arbeiðsbólkurin skjeyt upp til ráðharrarnar at fremja i verki.
Eitt samstarv, sum byggir felags tilbúgving, tryggjar veitingartrygd, skipar felags innkeyp og styrkir okkara mótstøðuføri.
Og eitt samstarv, sum vísir, at smá lond kunnu standa sterk, tá tey standa saman.
Tað er júst hetta, sum ein dagførd Helsingforsavtala eigur at vera: ein nýggj politisk grundarlagsavtala fyri eitt sterkari, tryggari og meira samanhangandi Norðurlond.
Mín vón – sum fyrrverandi limur í hesum týdningarmikla arbeiðinum og sum sannførdur nordistur – er, at Finnland, Svøríki og Noreg nú ásanna týdningin av hesi dagføring og ikki í tólvta tíma velja at halda fast um status quo.
At steðga hesum arbeiðinum hevði verið eitt stórt afturstig og hevði undir ongum umstøðum gagnað norðurlendska samstarvinum í komandi tíðum.
Johan Dahl
løgtingsformaður










