Aftur ein tikin fyri at smugla rúsevni innvortis

Tað er at kalla gerandiskostur, at fólk smugla rúsevni inni í sær sjálvum til Føroya

Aftur í gjár var ein persónur tikin á flogvøllinum og førdur í skannaran á Landssjúkrahúsinum, tí at illgruni var um, at hann hevði svølgt rúsevni, sum hann ætlaði at smugla til Føroya.

Hesin er tann fjórði persónurin, sum er handtikin fyri sama brotsverk síðani sunnudagin, tá tvey fólk vórðu tikin fyri sama brotsverk. Týskvøldið var aftur ein maður tikin, sum eisini hevði svølgt rúsevni, pakkað inn í eitthvørt, sum heldur sær, til tey koma út aftur við skarninum.

Tá løgreglan í skannara hevur staðfest, at okkurt er innvortis, so verður sitið vakt uppi yvir hesum fólkum, til tey hava gjørt burturavsær, og rúsevnini eru kom út í dagsljósið aftur.

Persónurin í gjár hevði eina minni upphædd, sum verður mett at vera undir 100 gramm, av rúsevnum, sum helst er hassj, sigur vaktleiðarin á politstøðini í morgun.

Er talan um eina nøgd, sum er yvir 80 gramm, verður mett at tað ikki einansn er til egna nýtslu, men til víðari sølu, sum gevur harðari dóm.

Hesin maðurin, ein føroyingur í 30'unum, verður síðani skuldsettur, áðrenn hann verður latin leysur aftur.