Um javnstøðu stendur soleiðis í samgonguskjalinum:
Menn og kvinnur skulu í øllum lutum hava somu rættindi og møguleikar at luttaka í arbeiðs- og samfelagslívinum.
Skipanir, sum arbeiða fyri javnstøðu, skulu styrkjast. Eisini skulu vit stuðla teimum tilboðum, sum arbeiða í móti mismuni og ágangi, sum eitt nú Kvinnuhúsið.
Harafturat skulu vit hava javnstøðu í huga í øllum samfelagsligum evnum.
Hóast hesi føgru orðini, so røkkur hesin hugburðin ikki til hjá øllum flokkum í samgonguni – um tað er rætt, sum sagt verður, at Fólkaflokkurin bara ætlar sær menn í landsstýrið. Tí júst tað skeivklar javnstøðuna. Bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava javnstøðu í sínum vali av landsstýrisfólkum. Men av tí at Fólkaflokkurin hevur trý landsstýrisfólk – og allir eru menn, so verður býtið 5-2 ella 71% menn og 29% kvinnur. Fyri at fylgja andanum í javnstøðulógini eigur býtið at vera millum 60-40% av hvørjum kyni. Hevði Fólkaflokkurin valt eina kvinnu, so var býtið 67-43, sum er tað tættasta vit kunnu koma javnstøðu, tá talið er 7 fólk.
Hetta átalaði Javnstøðunevndin í skrivi í gjárkvøldið, har nevndin millum annað skrivaði, at »samgongan slær egin orð upp í glens«.
Javanstøðunevndin vísti á, at nýggja ABC-samgongan letst ikki at síggja virðið í fólkaræðisligu grundregluni um javnstøðu millum kyn har tær stóru avgerðirnar verða tiknar.
– Í samgonguskjalinum, ið var skrivað undir í dag, er greiði boðskapurin, at javnstøða skal fremjast á øllum mótum; at tey, ið ráða, skulu hugsa um javnstøðu í mun til alt samfelagið.
– Millum annað stendur, at ”Menn og kvinnur skulu í øllum lutum hava somu rættindi og møguleikar at luttaka í arbeiðs- og samfelagslívinum” og ” Harafturat skulu vit hava javnstøðu í huga í øllum samfelagsligum evnum.”
– Hetta eru greið og týdningarmikil mál!
– Men í sama viðfangi verður nýtt landsstýri skipað við fimm monnum og tveimum kvinnum, heldur enn við javnstøðu millum kyn, skrivar Javnstøðunevndin. Og hon heldur fram:
Samgongan slær síni egnu orð upp í glens. Ósvitaliga signalið frá nýggju samgonguni til okkum øll - heimabúgvandi og útisetar – er, at javnstøða skal altíð takast í álvara, uttan tá tað ræður um veruliga valdsbýtið.
Heldur enn at sláa fast við sjeytummaseymi, og við grundarlagi í breiðum samstarvi tvørtur um politisku miðjuna, at javnstøða er vird í ovastu leiðslu landsins, ber nýggja samgongan okkum føgur men innantóm orð.
Eisini onnur rópa varskó. Eitt nú Tóra við Keldu í Klaksvík, sum skrivar soleiðis:
Fólkaflokkurin útmerkar seg við trimum monnum. ENN er tað ikki avgjørt, so ENN er tíð fáa hetta er rættlag. Einki rættvísger hetta valið.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fær 599 atkvøður í Norðoyggum, har nærum onnurhvør atkvøða fer til Fólkaflokkin. Her er bara eingin umbering nóg góð ikki at velja Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í landsstýrið og harvið at fáa býtið so javnt, sum tað nú ber til við trimum. Við nýggja formanninum var ein vón um broyting.
Nú fáa vit at síggja. Mánadagin verður tað so endaligt. Heilt ótrúligt, um hetta ikki kann gerast betri!











