Ajax vann samlaðan sigur á Rødovre

Føroyingaliðið skal í mai spæla dystir móti einum liði úr bestu donsku hondbóltsdeildini

Mynd: Ajax

Elsa Egholm, Vár og Lív Zachariasen og liðfelagar teirra í Ajax skulu spæla dystir móti einum liði úr bestu donsku hondbóltsdeildini um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.

 

Ajax vann ein samlaðan 2-0 sigur á Rødovre. Í seinna dystinum, ið var leiktur á útivølli fyrr í dag vann Ajax greitt 24-18 á Rødovre. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og í steðginum var støðan javnleikur 10-10. Lív var noterað fyri tvey mál.

 

Tær í Ajax mugu bíða til 3. mai fyri at finna útav hvat lið endar aftast í niðara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini. Í løtuni er liðið hjá Súnu K. Hansen, Skanderborg aftast í niðara endaspælinum, men tað kann sjálvandi broytast til ta tíð. 

 

 

 

Mynd: Ajax