Arbeiðið at útbyggja barnagarðin á Norðoyri gongur væl.
- Eftir ætlan letur nýggi parturin av náttúrubarnagarðurin Baldursbrá upp eftir ólavsøku, og tá verður tá pláss fyri 35 børnum aftrat. Sostatt verður plássið fyri tilsamans 80 børnum í Baldursbrá.
Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu.
Vivian Bjartalíð, leiðari í náttúrubarnagarðinum, sigur, at tørvur er á fleiri barnagarðsplássum í kommununi. Tí er gleðiligt, at tað gongur bæði skjótt og væl at víðka um barnagarðin á Norðoyri.
- Ætlanin er, at verandi stovnur og útbygging skulu hava somu leiðslu, umframt at stórur partur av núverandi spæli- og útiøki eisini verður felags.
Tað er Norðhús sum byggir barnagarðin fyri Klaksvíkar kommunu, og verkætlanin er mett at kosta 9,2 milliónir krónur.











