H71 er FM-vinnari í Burn mansdeildini, umframt at vera steypavinnari í júst lokna kappingarári.
H71 hevði tungt hoyggj við Kyndli í fyrstu FM-finaluni, ið teir vunnu við minsta marginali. Men í aðru og triðu FM-finaluni var eingin ivi, har H71 var greitt omaná.
Í kvøld vann H71 stórsigur 42-34 á Kyndli í Hoyvíkshøllini. Í steðginum var støðan 22-16 til H71. Onkrar løtur í seinna hálvleiki vóru 10 mál á muni.
Talan er um fjórða FM-gullið hjá H71 farnu fimm kappingarárini. Í fjør tapti H71 2-3 fyri Kyndli í FM-finalunum.
Ótrúliga evnaríku talentini hjá H71, Jákup Egholm og Boas Ellefsen á Skipagøtu vóru við níggju málum hvør toppskjúttar hjá H71. William Skovsager var toppskjútti hjá Kyndli, somuleiðis við níggju málum.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá 3. FM-finaluni í Burn mansdeildini:
##med2##












