Sanjay Shah

Ákæri krevur 12 ára fongsulsrevsing til Sanjay Shah

Afturat hesum krevja tey, at hann verður útvístur úr Danmark

Sanjay Shah

Sanjay Shah er oddamaðurin í sonevnda vinningsbýtismálinum, har hann er ákærdur fyri at hava svikað danska ríkisskassan fyri meira enn níggju milliardir krónur umvegis svik við endurgjaldi av vinningsbýtisskatti. Sanjay Shah noktar seg sekan.

Rættarmálið móti Sanjay Shah hevur verið síðani í mars, og í dag er næstseinasti dagur í rættarmálinum. Í dag hevur ákærin sítt seinasta orð í málinum, har ákærin Marie Tullin fer at koma við sínum endaligu grundgevingum um, hví Sanjay Shah er sekur.

At enda fer ákæruvaldið at grundgeva, hvussu nógv ár tey halda, at Shah noyðist at sita í fongsli, um hann verður dømdur sekur í sviki av serliga álvarsligum slagi.

Verður Sanjay Shah dømdur 12 ára fongsulsrevsing, so verður tað longsta fongsulsrevsing, sum nakrantíð er givin fyri fíggjarligt svik í Danmark.

 

 

Sanjay Shah