Sáttmálin við Russland verður helst longdur

Hóast lyfti um tað øvuta, so bendir alt á, at landsstýrið fer at leingja fiskiveiðusáttmálan við Russland, og at samgonguflokkarnir enn einaferð bróta vallyftið um at steðga øllum samstarvi við Russland

Í næstum skal u­t­tan­lands­nevnd­in hjá Løg­ting­inum ráð­føra Dennis Holm, Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen, løg­mann, um, hvørt fiski­veið­u­sátt­máli við Russland skal ger­ast fyri næsta ár.

 

Alt bendir á, at mótstøðan í Løg­tingi­num í­móti at gera ein nýggj­an fiski­vinnu­sátt­mála við Russland er fónað niður í næstan einki.

 

Javnðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, vóru, saman við formanninum í Miðflokkinum og umboðum úr Sambandsflokkinum púra greið um, at eingin sáttmáli skuldi gerast við Russland.

 

Men so skrivaði eitt val­evni hjá Tjóðveldi eitt les­ara­bræv, sum broytti alt. Allir tóku í 2022 undir við, at nú var ov lant útliðið, og tí mátti sáttmáli gerast. 

 

Eftir at nýggja samgongan varð skipað undan jólum í 2022 var russlandssáttmálin nógv umrøddur. Tey fundaðust og kannaðu og kannaðu og fundaðust. Men so 

 

skiftu nøkur fólk í Tjóðveldi støðu – og so var meiriluti í uttanlandsnevndini fyri at mæla landsstýrismanninum til at gera nýggjan sáttmála.

 

Men nú, tá samráðingarnar við Russland nærkast, nú hoyrist ikki eitt kis úr politisku skipanini. 

 

Við Sosialin í dag sigur Liljan Weihe, annað umboðið hjá Tjóðveldi í uttanlandsnevdini tó, at tað bæði et­iskt og moralskt og menn­iskja­ns­liga er skeivt at gera sátt­mála við eitt land, sum er í álopskríggi við eitt ann­að land í Evropa. Eisini trygdarpolitiskt, held­ur hon tað vera skeivt. Hon skilir ikki, at tey í henn­ara egna flokki ikki kunnu semj­ast um tað og hava somu støðu, sum tey høgdu undan valinum.

 

Lesið meira um málið í Sosialinum, sum fæst til keyps kring landið og sum haldarar eisini kunnu lesa á www.sos.fo

 

Í Sosialinum skrivar Martin Breum, journalistur, grein hann nevnir: »Dronuálop í Arktis: Kríggið í Ukraina flytur seg norðureftir«. Har vísir hann á, at hernaðarligi spenningurin í Norð­ur­at­lants­havi økist.

 

– Við tveim­um ukrainskum dron­u­álopum á russisku støð­irnar niðan móti Bar­ent­s­hav­i­num hevur kríggið veruliga flutt seg norðureftir, skrivar hann.