Áland ætlar at hýsa oyggjaleikunum í 2031

Áland hevur áður verið oyggjaleikavertur á tveimum sinnum

Seinast Áland var vertur fyri oyggjaleikunum var í 2009

Orknoyggjar vera vertir fyri oyggjaleikunum í 2025, Føroyar vera vertir í 2027 og Oyggin Man verður vertur í 2029.

 

Nú hevur Áland søkt um vertsskapin fyri oyggjaleikirnar í 2031.

 

Lantråden á Álandi - tað sum svarar til okkara løgmann - hon eitur Annika Hambrudd, hevur vegna álendska landsstýrið boðað álendsku oyggjaleikanevndini frá, at tey stuðla alment umsóknini hjá álendsku oyggjaleikanevndini at hýsa oyggjaleikunum í 2031. Hetta skrivar Ålandstidningen.

 

Altjóða oyggjaleikanevndin hevur ársfund á Orknoyggjunum í summar, og tá verður umsóknin hjá álendsku oyggjaleikanevndini handað um vertsskapin í 2031. 

 

Álendingar hava - í oyggjaleikahøpi - fleiri ítróttarannlegg, ið eru á høgum støði, og tað vónar álendska oyggjaleikanevndin kann vera Álandi til fyrimunar. Nógv ferðavinna er eisini á Álandi, so álendingar eru væl fyri at taka ímóti nógvum fólki í samband við oyggjaleikirnar.

 

Áland hevur tvær ferðir áður hýst oyggjaleikunum. Fyrru ferð var í 1991 og aðru ferð var í 2009.

 

Í 2009 vunnu Føroyar oyggjaleikirnar.

 

Oyggjaleikir á Álandi høvdu eisini hýst flogbólti, judo og fimleiki, og tí hevði tað verið Føroyum til fyrimunar um okkara norðurlendsku vinir í Álandi sluppu at hýsa oyggjaleikunum í 2031. 

 

 

 

Seinast Áland var vertur fyri oyggjaleikunum var í 2009