Allar oyggjaleikakappingarnar í 2025 vera á Mainland í Orknoyggjum

Oyggjaleikakappingarnar í Orknoyggjum í 2025 vera ikki deildar runt allar oyggjarnar

Á oyggjaleikunum á Orknoyggjum í 2025 vera flestu kappingarnar í høvuðsbýnum, Kirkwall og nakrar kappingar vera í tí næststørsta býnum, Stromness.

 

Tað er eitt ynskið frá altjóða oyggjaleikanevndini, at tað er í mesta lagi ein tími at koyra til eitt oyggjaleika-kappingarstað. Talan er ikki um eitt ynskið móti nøkrum, men eitt ynskið um at hava leikirnar so samlaðar sum møguligt, tí hetta gagnar ítróttarfólkunum, venjarunum, leiðarunum, fjepparunum og miðlafólkunum frá teimum ymisku oyggjasamfeløgunum. 

 

Tær minnu og fjarskotnu oyggjarnar fáa ikki nakra oyggjaleikakapping til oyggjaleikirnar í Orknoyggjum, ið sjálvandi er harmiligt fyri tær.

 

HER síggjast oyggjaleikastøðini har kappast verður í 2025:

 

##med2##

 

Oyggjaleikirnir í Orknoyggjum vera dagarnar 12. til 18. juli í 2025.