Roknað verður við, at Cyril Ramaphosa, forseti, verður afturvaldur (Photo by WIKUS DE WET / AFP)

ANC skipar eindarstjórn í Suðurafrika

Nýggj stjórn fevnir um tríggjar aðrar flokkar enn ANC – teirra millum kappingarneytarnar í vinnuvinaliga Demokratisku Samgonguni.

Roknað verður við, at Cyril Ramaphosa, forseti, verður afturvaldur (Photo by WIKUS DE WET / AFP)

ANC African Nationalcongres, ANC, hevur skipað eina tjóðskaparliga eindarstjórn fyri Suðurafrika saman við trimum øðrum flokkum – teirra millum høvuðskappingarneytarnar úr vinnulívsvinaliga Demokratisku Samgonguni, DA. Tað frættist úr radio SABC sambært Reuters.

ANC, sum hevur havt valdið í Suðurafrika síðani valið í 1994 umboðaði skiftið frá apartheid, misti meirilutan fyri fyrstu ferð á valinum 29. mai, sum førdi til samráðingar uttan slit í tvær vikur við aðrar flokkar.

Tíðindini frá SABC bórust í morgun, samstundis sum nývalda tjóðartingið var við at verða tikið í eið og fyrireikaði atkvøðugreiðslu um tingformann.

Tjóðartingið skal seinni velja landsins forseta.

SABC veit at siga, at eindarstjórnin fevnir um ANC, DA, sosialkonservativa Inkatha Frælsisflokkin og høgrasinnaða flokkin Patriotiska Samgongan.

Roknað verður við, at Cyril Ramaphosa, forseti og leiðari í ANC, verður afturvaldur.

/ritzau/Reuters

 

 

Roknað verður við, at Cyril Ramaphosa, forseti, verður afturvaldur (Photo by WIKUS DE WET / AFP)