Andrias og liðfelagarnir halda uppflytingarkósina

Wisla Plock vann á útivølli í kvøld

 

 

 

Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Wisla Plock spældu dyst móti LKS Lodz á útivølli í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Wisla Plock at vinna dystin 1-0. Sigursmálið skoraði miðvallarin, Krystian Pomorski í 60. minutti.

 

Wisla Plock er á øðrum plássinum, ið gevur beinleiðis uppflyting til bestu deildina. Wisla Plock hevur 24 stig á øðrum plássinum. Termalica er fremst við 29 stigum.

 

Komandi leygardag klokkan 16.30 tekur Wisla Plock móti Polonia Warszawa á heimavølli. Eftir tað fer Andrias saman við liðfeløgunum á landsliðnum at hugsavna seg um Nations League dystirnar á heimavølli móti Armenia og Lettlandi.