Týska løgreglan hevur handtikið loysingarmenn

Átta fólk, sum eru undir illgruna fyri at vera limir í høgravenda hernaðarbólkinum Sächsische Separatisten - saksiskir loysingarmenn - vórðu í morgun handtiknir í einum stórum átaki.

Í minsta lagi 450 løgreglufólk hava tikið lut í átakinum, har átta menn eru handtiknir, sum eru undir illgruna fyri at fyrireika yvirgangsætlanir í statinum Sachsen. - Mynd: Sebastian Kahnert/Ritzau Scanpix

Tað hendi ymsastaðni í Týsklandi og Póllandi.

Í minsta lagi 450 løgreglufólk tóku lut í átakinum.

Hetta skrivar týski miðilin Bild við støði í eini fráboðan frá ákæruvaldinum í Týsklandi.

Ákæruvaldið heldur, at bólkurin arbeiðir við at yvirtaka valdið í Sachsen og møguliga øðrum statum í fyrrverandi Eysturtýsklandi.

Endamálið er sambært myndugleikunum at skipa eina stjórn, sum byggir á tjóðskaparsosialistisku virðini.

/Ritzau/