Góður útboðspolitikkur er góður vinnupolitikkur

Seinastu fýra árini eru kommunalar verkætlanir fyri slakar 400 mió. kr. gjørdar uttan alment útboð. Og til óteljandi verkætlanir eru tað bert tvær fyritøkur, sum kunnu luttaka í útboðunum, hóast aðrar fyritøkur saktans kundu latið tilboð inn, um tær fingu tað í boði.

Hetta er hvørki skynsamur vinnu- ella fíggjarpolitikkur. Vit eiga framhaldandi at hava eina fjølbroytta vinnu og fáa sum mest fyri skattakrónurnar. Verkætlanirnar hjá kommununi skulu tí bjóðast út til fleiri fyritøkur, soleiðis at vit fáa rætta prísin fyri verkætlanirnar, umframt at kommunan ikki letur fyrimun til summar fyritøkur .

Umberingin fyri vantandi ella avmarkað útboð verður oftani søgd at vera, at tað gongur skjótari fáa verkætlanir framdar, um arbeiðið bert verður bjóðað út til tey fáu. Tað er serstakiliga ivasamt, um hetta er rætt. Og er tað nú ein trupulleiki, at verkætlanirnar ganga for seint?

Skuldin er galoperað í hesi býráðssetuni, tí allar tær stóru og fleiri smærri verkætlanir skuldu gerast um somu tíð. Samstundis er lítil og eingin tíð sett av til náttúrufyrilit ella at inndraga borgarar aktivt í verkætlanum. Tað er nógv, sum bendir á, at vit vinna á fleiri mótum, um vit seta ferðina nakað niður, tá tað er neyðugt. 

Skynsamur fíggjarpolitikur er alneyðugur fyri eina sunna og sterka kommunu. Vinnulívið í Tórshavnar kommunu er fjølbroytt, og tað eigur tað framhaldandi at vera. Tí er tað týdningarmikið, at vit geva góðar karmar til fyritøkurnar. At geva teimum møguleika at luttaka og lata tilboð inn til verkætlanir er ein heilt grundleggjandi partur av hesum.

Komandi árini fer kommunan at hava útboð av alskyns slag. Vit skulu betra um kloakkirnar, útbyggja súkkluleiðirnar, viðlíkahalda og dagføra bygningar og so framvegis. Hesar íløgur skapa eisini arbeiðspláss og gera vit útboðini rætt, so fáa vit besta prísin, samstundis sum vit geva borgarum og vinnuni góðar karmar.

 

Elsa Berg,

Býráðslimur og valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu