Sky News: Ozzy Osbourne er deyður - 76 ára gamal

Dagføring: Sangarin Ozzy Osbourne er deyður 76 ára gamal, skrivar Sky News. Hann helt sína farvælkonsert fyrr í juli.

 

Oli Scarff/AFP/Ritzau Scanpix

Sangarin Ozzy Osbourne er deyður 76 ára gamal, skrivar Sky News týsdagin.

 

Miðilin endurgevur boð frá familju hansara.

 

- Tað er við stórari sorg enn orð kunnu lýsa, at vit noyðast at boða frá, at okkara elskaði Ozzy Osbourne andaðist í morgun. Hann var saman við familjuni og umringaður av kærleika.

 

- Vit biðja um, at øll virða privatlívið hjá okkara familju hesa tíðina, skriva tey.

 

Ozzy Osbourne helt sína farvælkonsert í Villa Park í heimbýnum Birmingham 5. juli.

 

Kendir bólkar sum Metallica, Guns n’ Roses, Slayer og Pantera luttóku á konsertini, millum nógvir aðrar.

 

Konsertin endaði við, at Ozzy Osbourne fyrst spældi nøkur løg við einum solobólki, og síðani endaði hann konsertina við at spæla løg við sínum fyrrverandi bólki, Black Sabbath.

 

Undir konsertini sat Ozzy Osbourne á kongatrónu, tí hann var ov veikur til at reisa seg og syngja.

 

Ozzy Osbourne, hvørs veruliga navn var John Michael Osbourne, fekk Parkinson.

 

Hann gjørdist kendur fyrst í sjeytiárunum sum forsangari í bólkinum Black Sabbath. Bólkurin, við upprunaligu uppstillingini av Osbourne sum sangara, Tony Iommi sum guitarleikara, Gerry Butler á bassi og Bill Ward á trummum, gjørdist legendur og ein íblástrarkelda hjá nógvum bólkum.

 

Ozzy Osbourne varð koyrdur úr bólkinum seinast í sjeytiárunum orsakað av trupulleikum við rúsdrekka og rúsevnum. Hann kom seinni aftur í ymiskum høpi og hjálpti til at geva fløguna "13" út í 2013.

 

Í áttatiárunum hevði hann eina stóra solokarrieru innan tungmálmssjangruna, og eydnan helt fram eftir hetta.

 

Í byrjanini av hesum ártúsund náddi Ozzy Osbourne enn størri áskoðarafjøld, tá hann var høvuðspersónurin í realityrøðini "The Osbournes".

 

Røðin snúði seg um hansara egnu familju saman við konu og managera, Sharon, og børnunum Jack og Kelly.

 

/Ritzau/

 

Oli Scarff/AFP/Ritzau Scanpix