Nýggir dímunardropar á handilshillunum

Tíðindaskriv:

 

So er nýtt bryggj farið av oynni og verður á hillunum í rúsdrekkasølunum komandi hósdag.

 

Hetta er, fyri okkum, ein nýggj og spennandi vøra. Sum nakað heilt nýtt er hon búnað í eik. Hendan búningin ger, at hon hevur fingið ein vaniljusmakk og nakað av súrleika.

 

Bóndin, sum hon nevnist, hóskar væl til alt á bóndans borði og skal skeinkjast køld.