Interpol hevur strikað "reyðu fráboðanina", sum hevur verið á hvalaaktivistinum Paul Watson, soleiðis at heitt verður ikki á løgreglumyndugleikarnar um allan heimin longur um at handtaka hann.
Tað váttar advokaturin Julie Stage, sum umboðar Watson.
- Interpol hevur í dag tikið avgerð um, at tann reyða fráboðanin, sum seinastu 13 árini hevur verið um Paul Watson, ikki er lutfalslig og skal tí strikast endaliga, sigur hon.
Advokaturin leggur afturat, at Interpol ger vart við í síni avgerð, at politisk viðurskifti eru í málinum.
- Hetta stuðlar okkara fatan av, at forfylgingin hjá Japan av Watson er politiskt motiverað, sigur Julie Stage.
Watson varð handtikin á sumri 2024 í Grønlandi við støði í reyðari fráboðan úr Japan. Landið vildi hava hann útflýggjan út frá einum máli frá 2010.
Sambært japansku myndugleikunum var Watson við til at skaða eitt hvalaveiðuskip og forða japanskum hvalaveiðumonnum í at gera sítt arbeiði.
Eftir at hava verið varðhaldsfongslaður í Grønlandi í meira enn fýra mánaðir, varð hann leyslatin, tá danska løgmálaráðið avgjørdi, at hann ikki skuldi útflýggjast til Japan.
Og nú hevur Interpol avgjørt, at tað ikki longur verður reyð fráboðan fyri aktivistinum.
Hetta merkir, at hann kann flyta seg fríari, sigur Julie Stage.
- Tað verða helst framvegis lond, sum hann fer at vilja sleppa undan, tí vandi kann vera fyri, at tey útflýggja hann til Japan, men hann fær nógv størri ferðslufrælsi nú, enn hann hevur havt seinastu árini.
Japan kann í prinsippinum velja at senda Interpol eina nýggja áheitan um reyða fráboðan.
Men Julie Stage sigur, at hon hevur ilt við at ímynda sær, at Interpol fór at góðkenna tað, um nýggjar upplýsingar ikki eru komnar fram í málinum.
- Og tað síggi eg ikki henda, sigur hon.
Tað er advokaturin William Julié, sum eisini umboðar Paul Watson, sum hevur biðið Interpol um at taka reyðu fráboðanina burtur.
Millum annað hevur advokaturin ført fram, at málið er politiskt, og at Paul Watson er banging fyri ikki at fáa ein rættvísan rættarfund í Japan.
Áheitan hansara førdi til, at Interpol fyribils steðgaði reyðu fráboðanini um Paul Watson í apríl.
Interpol er ein millumtjóðafelagsskapur við 196 limalondum - harímillum Danmark. Endamálið hjá Interpol er at hjálpa løgregluni í øllum limalondunum at samstarva.
/Ritzau/