Andrias og liðfelagarnir hava framvegis fult stigatal

Wisla Plock hevur fingið eina rimmar byrjan upp á kappingarárið

 

 

 

Seinnapartin spældu landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock annan dystin í bestu pólsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Á útivølli móti Rakow á Miejski Stadion Piłkarski Raków leikvøllinum í Częstochowa eydnaðist tað Wisla at vinna 2-1 á Rakow.

 

Tað var annars Rakow, ið legði seg á odda 1-0 í 19. minutti. 19 minuttir seinni brendi Lukasz Sekulski eitt brotsspark fyri Wisla, men lukkutíð eydnaðist tríggjar minuttir seinni Iban Salvador at javna til 1-1. Wiktor Nowak staðfesti sigurin í 71. minutti. Heilt móti dystarenda fekk Andrias eitt gult kort fyri at gera eitt fríspark.

 

Wisla Plock er næstfremst í deildini við fullum stigatali, seks stigum fyri tveir dystir. Cracovia er fremst, tí teir hava betri málmun enn Wisla. Cracovia hevur málmunin 6-1, og Wisla hevur málmunin 4-1.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 19.30 hevur Wisla Plock heimadyst móti Piast Gliwice.