Arbeiðið á reinisverkinum er nú avhendað

Soleiðis greiða tey í Nes kommunu frá arbeiðnum at lækka littalið í drekkivatninum í kommununi.

Týsdagin 25. juni avhendaði Mest arbeiðið, sum fyritøkan hevur gjørt á reinisverkinum hjá Nes kommunu. Tað er Jóhan Petur Petersen, verkfrøðingur, sum vegna Mest hevur verið verkætlanarleiðari fyri at uppstiga og nútímansgera reiniverkið hjá Nes kommunu.

 

Býráðið samtykti tíðliga í hesi setuni, at alt skuldi gerast fyri at fáa litin úr vatninum, sum til tíðir hevur verið ein avbjóðing. Eftir ávísar forkanningar varð heitt á Mest um at koma við einum uppskoti um, hvørji átøk skuldu gerast til tess at betra um vatnreinsiverkið hjá kommununi.

 

Tá ið arbeiðið varð avhendað, takkaði Súni í Hjøllum, borgarastjóri í Nes kommunu, fyri sera gott og gevandi samstarv við Mest. Hann vísti á, at tað er ein av kjarnuppgávunum hjá kommununi at veita nóg mikið av góðum vatni.

 

Borgarstjórin fegnaðist eisini um góða úrslitið, sum er komið borgarunum og virkjunum til góðar, nú vatnið er vorðið so púrasta klárt.

 

Jóhan Petur Petersen, verkætlanarleiðari, takkaði Nes kommunu fyri at hava fingið hesa spennandi uppgávu. Somuleiðis takkaði hann fyri sera gott samstarv. Síðan greiddi hann frá tí fakliga partinum.

 

Jóhan Petur Petersen segði, at Mest valdi at seta seg væl inn í verandi vatnreinsiverk - hvaðani vatnið hjá kommununi kemur, góðskuna á vatninum, umframt, hvussu verandi vatnreinsiverk er uppbygt, og um tað var møguligt at fáa enn størri nyttu úr verandi vatnreinsiverki.

 

Í Nes kommunu vísa tey á, at næsta stigið var at leggja eina ætlan fyri uppstiganina av vatnreinsiverkinum.

 

- Hetta innibar nógv kanningararbeiði í samband við, hvør reinsiháttur mundi verða best egnaður til at lækka littølini á drekkivatninum hjá kommununi, og sum hóskaði best í mun til umstøðurnar og nærumhvørvið.

 

Arbeiðstakari og kommuna vóru bæði samd um at miðja eftir at finna eina loysn á trupulleikanum, sum ikki inniber kemisk evnir.

 

- Tískil varð gjørt av at loysa trupulleikan við at umleggja nøkur av verandi sandfiltrum til kolfiltur. Kolfiltur eru frá gamlari tíð vorðin brúkt til eitt nú lækking av littalinum í vatni, og var helst eisini ein loysn, sum relativt skjótt kundi setast í verk.

 

Fyrst var farið undir at útskifta UV-filtrini, sum vóru farin um seinasta nýtsludato, við tvey nútímans UV-filtur, útgjørd við sjálvvirkandi effektregulering og sjálvvirkandi mekaniskari reinsing, sum tilsamans eru við til at gera vatnreinsiverkið tryggari og grønari.

 

Áðrenn umleggingina frá sandfiltrum til kolfiltur varð ein ”pilotverkætlan” av ætlaðu loysnini hjá Mest framd inni á verandi reinsiverkinum hjá Nes kommunu.

 

- Pilotverkætlan merkir í hesum førinum, at endaliga loysnin hjá Mest varð niðurskalerað og monterað á eina smærri eind fyri síðan at verða send út á Nes til royndarkoyringar.

 

Síðan framdi Mest leypandi greiningar av drekkivatninum - fyri og eftir ”royndar-kolfiltrið" fyri at finna út av, hvørt tað var ein gongd leið at brúka kolfiltur til at lækka littalið í drekkivatninum hjá kommununi.

 

Í Nes kommunu vísa tey á, at ein týðandi liður í dagføringini av vatnreinsiverkinum var at seta í verk eina sjálvvirkandi returskoling av ávikavist sand- og kolfiltrunum.

 

- Hetta bleiv gjørt við at útskifta allar teir manuellu ventilarnar áðrenn og aftaná sand- og kolfiltrini við luftstýrdum On/Off motorventilum.

 

Lagt verður aftrat, at seinastu átøkini, sum vórðu framd, var sonevnd trinleys regulering av returskolingini, umframt at rørskipanin varð umløgd soleiðis, at øll filtur nú verða belastaði eins nógv.