Ari Olsen hevur nú í 10 kappingardystum fyri Vendsyssel FF ikki roynt at tapt í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Ari var aftur við frá dystarbyrjan, tá Vendsyssel á heimavølli í Hjørring vann 1-0 á Thisted. Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, tá Lasse Steffensen skoraði sigursmálið.
Vendsyssel liggur á einum uppflytingarplássi í ovara endaspælinum. Teir eru næstfremst við 51 stigum. AB er langt fremst við 59 stigum.
Leygardagin 9. mai klokkan 12 kann Vendsyssel taka eitt stórt fet móti uppflyting. Tá spæla teir dyst á útivølli móti Næstved, ið er triðfremst við 48 stigum. Við sigri kann Vendsyssel økja munandi um frástøðuna.
Hørður H. Askham slapp heldur ikki at byrja inni fyri FC Roskilde í dag, ið á heimavølli tapti 2-3 (2-1) fyri AB.
Roskilde er næstaftast í ovara endaspælinum við 37 stigum.











