Iranska tíðindastovan Irna veit at siga, at Iran hevur sent eitt nýtt uppskot sum grundarlag fyri samrøðum við USA
Uppskotið varð í gjár latið Pakistan.
- Iran hevur latið tekstin til sítt seinasta samráðingaruppskot til Pakistan, sum er meklari í samrøðunum við USA, veit Irna at siga.
Einki verður sagt um smálutir í uppskotinum til møguligar samráðingar.
Tað hevur einki beinleiðis samband verið millum USA og Iran, síðan vápnahvíldin byrjað fyri stívliga tveimum vikum síðan.
Ætlaðu samráðingarnar í Islamabad seinasta vikuskiftið gjørdust av ongum.
Amerikanski herurin hevur seinastu tíðina blokerað iranskar havnir, og sum svar upp á amerikanska átakið, hevur Iran í praksis stongt Hormussundið.
Mikudagin visti The Wall Street Journal at siga, at amerikanski forsetin hevur boðað frá einum drúgvum stongsli av iranskum havnum.
Donald Trump hevur sagt, at stongsulin møguliga kann fara at vara í fleiri mánaðir.











