Ari Olsen hevur nú roynt at vera ósigraður í átta dystum við Vendsyssel FF í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Fyrr í dag vann Vendsyssel 2-0 á AB í Gladsaxe. Lasse Steffensen syrgdi fyri málunum hjá Vendsyssel. Eitt í hvørjum hálvleiki.
Vendsyssel er næstfremst í ovara endaspælinum við 45 stigum, og er sostatt á uppflytingarkós. AB er fremst við 53 stigum. Næstved hevur eins og Vendsyssel 45 stig, men teir hava verri málmun enn Vendsyssel.
Sunnudagin 26. apríl klokkan 12 hevur Vendsyssel dyst á heimavølli móti HIK.











