Astrið og Jan eru klár á listanum hjá Fólkaflokkinum

Havnar Framburðsfelag hevði í gjár fyrsta uppstillingarfund til løgtingsvalið

– Jú tað gekk væl, vit høvdu ein góðan fund. Og hesaferð var tað øðrvísi, tí vit høvdu tann luksustrupulleikar, at tað vóru ov fáir stólar.

Soleiðis sigur formaðurin í Havnar Framburðsfelag, Jan Vestergaard, tá vit spyrja hann, hvussu tað gekst við fyrsta uppstillingarfundinum

Hann sigur, at fyrstu fýra nøvnini komu á listan. Tveir menn og tvær kvinnur. Men tvey teirra eru ikki reiðiliga klár at verða nevnd, tey vilja fyrireikað seg betur, men formaðurin sjálvur, Jan Vestergaard, og Astrið Breckmann eru klár og eru komin á listan.

Jan Vestergaard er sonur Jacob Vestergaard, sum hevur verið løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin seinastu 18 árini. Spurdur um feðgarnir nú býta um sigur Jan Vestergaard, at tað gera teir ikki. Teir hava onga avtalu gjørt um, at bara annar teirra stillar upp.

Astrið Breckmenn hevur eisini sínar genetisku røtur í Fólakflokkinum. Hon er dóttir Óla Breckmann, sum varð valdur á ting fyri Fólkaflokkin frá 1974 til 2004.

Atrið Breckmann og Jan Vestergaard stillaðu bæði upp til seinasta kommunuval í Havn. Tey fingu ávikavist 200 og 227 atkvøður. 

Birgir Nielsen, sum vann seinna sessin hjá Fólkaflokkinum í Havn fekk 236 atkvøður, meðan Astrið Breckann endaði á triðja plássi við 227 atkøvðum og Jan Vestergaard á fjórða plássi við 200 atkvøðum.