At skriva lívssøgu gjørdi meg varuga við alt sum eg havi upplivað

Í 2021 kom bókin Av Matterhorn í Leirvíkstún, eftir Moniku Stauss Joensen út.

Í bókini greiðir hon frá hvussu tað var at flyta úr Sveis til Føroya. Monika vónar at tilflytarar, sum eru fluttir til og úr øllum heimsins londum, kunnu kenna seg aftur í upplivingunum, og nú fáa fleiri høvi til júst tað, tí bókin er týdd til týskt, og í næstum kemur hon eisini út á enskum.

 

Monika Stauss Joensen var fyrstuferð í Føroyum 1981. Skjótt rann saman ímillum hana og leirvíkingin Ingvar. Monika og Ingvar giftust og gjørdu av at búseta seg í Leirvík. Í bókini greiðir hon frá hvussu tað var at flyta úr Sveis til Føroya, ella av Matterhorn í Leirvíkstún, sum bókin eitur, og kreativa lívið hon hevur skapt sær, sum kona, vinkona, og mamma at fýra børnum. Fyrsta bókin hjá Moniku Stauss Joensen, Edelveiss og sólarkaffi, sum kom út í 2013, snýr seg um tíðina áðrenn hon flutti til Føroya. Fólk vóru forvitin eftir meira, og vildu vita hvussu ein tónleikari úr Sveis endaði saman við einum skipsførara úr Leirvík.

 

- Fyrsta bókin endaði tá eg kom til Føroya, tí eg vildi verja familjuna. Men aftaná fyrstu bókina vóru tað fleiri sum ringdu, tey spurdu nær eg flutti til Føroya, og um tað hevði verið trupult. Tá hugsaði eg at møguliga kundi eg hildið fram. Tað snúði seg um at finna ein máta at verja míni, og kortini vera opin og erlig.

 

##med2##

 

Monika Stauss Joensen byrjaði at skriva kapittul fyri kapittul, og tað var serstakt at hyggja aftur á lívið.

 

- Eg gjørdist eg greið yvir at eg havi uppliva nógv, síðani eg kom til Føroya, og føli meg ótrúliga ríka. Eitt nú tá eg kom, skuldi eg læra meg føroyskt, hvussu føroyingar liva, og hvussu teir hava tað her. Eg vildi næstan blíva føroyingur, inntil eg kom fram til at soleiðis kundi eg ikki halda fram, tí so var eg ikki til meira.

 

Sjálv heldur Monika, at hon er væl integrera, og føroyingar hava tikið væl ímóti sær. Tí er bókin bæði ætla føroyingum og tilflytarum, tí onkuntíð kann tað tykjast sum at tilflytarar uppføra seg løgið, tí teir gera ymiskt sum víkir frá.

 

-  Vit hugsa ikki um tað, men tað snýr seg um at fáa eitt ávíst forstáilsi fyri støðuni og fyri hvørjum øðrum. Eg havi uppbygt mær eitt lív sum eg eri glað fyri. Vit eru nógvir tilflytarar í Føroyum, í Sveis eru eisini nógvir, og tað eru nógv viðurskifti sum viðkoma øllum tilflytarum, tí summi ting mást tú sjálv kempa teg ígjøgnum, eingin kann gera tað fyri teg, eitt nú at læra málið. Onkuntíð følir tú teg býttan, tí tú fart ikki sagt tað sum tú vilt, og soleiðis havi eg tað enn viðhvørt.

 

##med3##

 

Í føroysku útgávuni verður kunning sum Sveis flætta inn í frásøgnina.

 

- Eg royni ikki at forklára alt, men lati rúm vera til vitan um Sveis ímillum linjurnar.

 

Síðani fyrstu bókina, hevur Monika Stauss Joensen givið seks bøkur út, men tað var ikki nakað sum hon ætlaði sær.

 

-  Eg havi ikki sett mær eitt mál við bókunum, tær komu bara tí tær skuldu koma. Eg eri tónleikari, og at skriva er eitt frítíðarítriv. 

 

Týtt til týskt og enskt

 

Monika heldur at januar er ein tungur mánaði, og eitt kvøldi í januar fór hon í holt við at týða bókina til týskt.

 

- Tað var tungt at koma inní fyrsta partin, men tá eg var komin í tekstin, helt eg fram uttan trupulleikar.

 

Týðingin hevði fleiri løg, fyrsta var at týða málið, kunningin um Sveis bleiv tikið burturúr, og skift út við vitan um Føroyar.

 

-  Eg veit hvat tey í Sveis plaga at spyrja um, og hvat er áhugavert hjá teimum.

 

Tað seinasta var at evna setningarnar.

 

- Síðsta summar var eg einsamøll í Sveis, eg sat í tímavís í garðinum um kvøldarnar. Eg skifti orð út sum vóru stuttlig, og broytti tónalagið ávís støð, soleiðis evnaði eg tað til. Hetta var eitt heilt annað arbeiðslag enn tað sum eg eri von við, vanliga havi eg nótar frammanfyri meg, og spæli.

 

Monika Stauss Joensen er violinspælari, útbúgvin á konservatorium í Winterthur og London. Hon spælir við Føroya Symfoniorkestri, og hevur spælt ørgrynnu av konsertum víða um.

 

- Tað er gott at hava okkurt sum eg ikki noyðist at gera, men sum eg geri av áhuga. Við tónleikinum noyðist eg at venja hvønn dag, vissi eg skal spæla konsertir. Eg havi ikki hugsa um har er nakrar samanhangur ímillum at spæla tónleik og at skriva, men tað er tað heilt víst. Alt sum tú spælir er bygt upp í eina kompositión, okkurt kemur aftur, og tú endar á ávísan hátt, soleiðis er eisini í skriving, tú kemur inn í evnið, og fer útaftur.

 

##med4##

 

Tá bókin var týdd til týskt, ráddi um at finna eitt forlag.

 

- Í Sveis koma 10 til 12 túsund nýggjar bøkur út um ári, so eingin bíðaði eftir mínari bók.

 

Monika kendi líti til bókamarknaðin í Sveis, og visti ikki hvussu hon skuldi bera seg at.

 

- Tað er spennandi at koma fram fet fyri fet. Onkuntíð dummar tú teg, og fær eitt nei. Eg setti meg í samband við bókaforløg, onkur svaraði at tey vóru eitt lítið forlag, og bókin passaði ikki inn, eitt annað segði tað var komið skeivt. Eg hugsaði gott er, so lati eg tað bara fara, men fyri jól hugsaði eg, at nú royni eg einaferð afturat. Eg sendi handritið inn eina seinastu ferð, og væntaði mær einki. Men mitt í januar í fjør kom svarið, hetta var júst tað forlagið hevði leita eftir.

 

Bókin kom út í Tysklandi, Eysturríkið og Sveis.

 

Í næstum kemur bókin sum út ebók á enskum. Enska heiti verður From the Mountain to the Sea, og hon verður givin út í Bretlandi, Kanada, USA og Australia.

 

- Tað er stuttligt at eg havi sitið og hugt út í djúpini, og tað sum eg havi skrivaði her, fer nú víða um.

 

##med5##