Russisk stríðsflogfør nær svenskum loftrúmi

Tvey russisk stríðsflogfør flugu fríggjadagin nær svenska loftrúminum yvir Eystursjónum og fingu svenska verjuna at senda stríðsflogfør á flog

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, kallar russisku flúgvingarnar nær svenska loftrúminum fyri álvarsamar. (Savnsmynd: Ints Kalnins/Reuters)

Sambært svenska verjuni vóru flogførini tvær ferðir nær svenska loftrúminum sama dag. Danska flogvápnið veitti eisini hjálp við einum stríðsflogfari yvir sunnara parti av Eystursjónum.

 

Danska verjukommandoin váttar fyri Ritzau, at eitt danskt flogfar tók lut í tilbúgvingini.

 

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, kallar hendingarnar álvarsamar.

 

– Tvær ferðir sama dag sendi svenska tilbúgvingin JAS 39 Gripen upp fyri at møta russiskum stríðsflogførum nær svenska loftrúminum, skrivar hann á sosiala miðlinum X.

 

Hann leggur dent á, at svenska loftrúmið ikki varð brotið.

 

– Men hendingin vísir, hvussu skjótt støðan kann broytast, og hvussu týdningarmikið tað er, at Svøríki saman við sínum sameindu skrásetir, eyðmerkir og møtir russiskum stríðsflogførum fyri at tryggja okkara egna loftrúm, skrivar forsætisráðharrin.

 

Sambært svensku verjuni fylgdu svensk flogfør teimum russisku, til mett varð, at tey vóru komin nóg langt burtur frá svenska loftrúminum.

 

Tíðindini koma samstundis sum fleiri tekin eru um, at Russland styrkir sítt hernaðarliga virksemi nær Norðurlondum. Fyrr í vikuni skrivaði DR, at Russland hevur bygt nýggjar herstøðir nær markunum til Finnland, Baltikum og Eystursjógvin.

 

Sambært DR meta fleiri norðurlendskar fregnartænastur, at russiska hóttanin móti Evropa er vaksin, og at hernaðaruppbyggingin kann vera fyrireiking til eina framtíðar hernaðarliga samanbrest við evropeisk lond.

 

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, kallar russisku flúgvingarnar nær svenska loftrúminum fyri álvarsamar. (Savnsmynd: Ints Kalnins/Reuters)