Tveir dystir í Meistaradeildini hjá monnum vera í dag. Klokkan 15 hittast 07 Vestur og Víkingur á Dungasandi í Sørvági, har tað hetta vikuskiftið er Country Festivalur, og klokkan 19 verður stevnudystur við Løkina í Runavík, har tað um vikuskiftið er eystanstevna.
NSÍ og B36 hava saman við KÍ hava 26 stig, og úrslitið í kvøld verður avgerandi fyri, hvat av hesum liðunum verður oddalið í hvussu so er inntil í morgin, tá ið KÍ fer at spæla á Skála.
B36 er framvegis ósigrað. Tá ið NSÍ 4. mai var í Gundadali, endaði tað við 2-0 heimasigri. Málini skoraðu Boubacar Dabo í 70. minutti og Dávid B. Andreasen í 71. minutti.
- Toppdystur ímóti NSÍ við Løkin á Eystanstevnu eru framúr karmar at spæla undir. Tað eru dystir sum hesir, sum allir spælarar vilja spæla, og eg gleði meg, sigur Leivur F. Guttesen við fb síðuna hjá B36.
Í landsliðssteðginum hava teir í B36 hópinum havt góðar stundir at fyrireika seg til hendan dystin.
- Vit hava brúkt tíðina at bygt víðari, og vit hava lagt nógv fyri, tí vit skulu allatíð menna allar partar av spælinum, bæði sum lið og einstaklingar. Vit rokna við einum intensum dysti í Runavík við góðum spæli og nógvari ferð, og vit hava fult fokus á uppgávuna, samstundis sum vit eru sera spentir at sleppa á vøllin. Vit vita, hvussu nógv hetta hevur at siga fyri B36-fjøldina, og vit fara at gera alt fyri at fáa eitt gott úrslit við heim til Havnar, sigur Leivur F. Guttesen.
Í fjør spældi Leivur á Toftum í nakrar mánaðir, og tað var júst á Toftum, at Leivur fekk avgerandi ávirkan fyri tveimum vikum síðan. Leivur hevði sum innskiftari verið á vøllinum nakrar fáar minuttir, tá B68 økti um munin til 4-1, men so svaraði B36 aftur. Við góðum uppleggi spældi hann fyrst Torgeir Børven í góða støðu, sum stútaði bóltin í netið til 2-4. Og so fekk hann eisini frísparkið, sum førdi til útjavnandi málið í evstu løtu.
- Tað er altíð trupult at spæla á Svangaskarði, og støðan var torfør, tá eg kom á vøllin. Vit kastaðu kortini ongantíð frá okkum, og tað sigur nógv um karakterin á hesum liðnum, at vit vóru førir fyri at stríða okkum inn aftur í dystin, og ikki mistu trúnna á, at tað bar til. Tað taka vit við okkum til Runavíkar í dag, sigur hann.
Hjá B36 var málverjin Silas Eyðsteinsson burtur við landsliðnum. Landsliðsspælararnir vóru aftur til venjing í feløgunum hóskvøldið.
Hjá NSÍ hava Viljormur Davidsen, Jann J. Benjaminsen, Brandur Hendriksson Olsen og Petur Knudsen verið burturi í landsliðsørindum. Brandur H. Olsen er darvaður av skaða í knænum, og tað er ivasamt, hvussu stóran leiklut hann fer at eiga í kvøld.
Hjá B36 hava Bergur J. Poulsen og Heini Vatnsdal verið skaddir. Norski álopsspælarin Torgeir Børven er farin til hús, og B36 hevur skrivað undir sáttmála við Pætur J. Petersen, sum í fjør spældi við B36, og sum higartil í ár hevur verið í Hillerød IF.
https://www.dimma.fo/grein/i-dag-fer-tor-ingar-til-fyrstu-provtokuna
Í dag
07 Vestur – Víkingur: Heini Ziska Viðoy kl. 15.00
NSí – B36: Eiler Rasmussen kl. 19.00











