Khamenei verður jarðaður 9. juli

Fyrrverandi iranski leiðarin, ayatollah Ali Khamenei, verður jarðaður í iranska býnum Mashhad 9. juli.

Ein kvinna gongur framvið eini mynd av Ali Khamenei í Teheran. Fyrrverandi iranski leiðarin verður jarðaður í Mashhad 9. juli. (Savnsmynd: Majid Asgaripour/Reuters)

Tað boða iranskir statsmiðlar frá sambært Reuters.

 

Jarðarferðin verður eftir eina fimm dagar langa minningarhátíð, sum byrjar í høvuðsstaðnum Teheran 4. juli.

 

Ali Khamenei doyði 28. februar undir amerikonskum og ísraelskum álopum á Teheran. Fleiri fólk í familju hansara lótu eisini lív í álopunum.

 

Enn er ikki greitt, hví tað ganga meira enn fýra mánaðir frá deyða hansara, til hann verður lagdur til hvíldar.

 

Khamenei var ovasti leiðari í Iran í nærum fýra áratíggju og hevði seinasta orðið í øllum týðandi politiskum og hernaðarligum avgerðum í landinum.

 

Eftir deyða hansara varð sonurin, Mojtaba Khamenei, útnevndur sum nýggjur leiðari í Iran.

 

Álopini á Teheran 28. februar gjørdust byrjanin til kríggið millum Iran øðrumegin og USA og Ísrael hinumegin. Kríggið hevur nú vart í umleið tríggjar og ein hálvan mánað.

 

 

Ein kvinna gongur framvið eini mynd av Ali Khamenei í Teheran. Fyrrverandi iranski leiðarin verður jarðaður í Mashhad 9. juli. (Savnsmynd: Majid Asgaripour/Reuters)