Myndin, sum er úr Gazageiranum, hevur einki við hendingina í dag at gera, tá átta ísraelskir hermenn lótu lív í Rafah. Tað var eitt hernaðarakfar, sum sprongdist, veit Haaretz at siga.

Átta ísraelskir hermenn lótu lív í Rafah

Hermenninir lótu lív, tá eitt hernaðarakfar fór í luftina, men fyribils verður einki sagt um, hví akfarið sprongdist.

Myndin, sum er úr Gazageiranum, hevur einki við hendingina í dag at gera, tá átta ísraelskir hermenn lótu lív í Rafah. Tað var eitt hernaðarakfar, sum sprongdist, veit Haaretz at siga.

Í dag veit ísraelska tíðindastovan, Haaretz, at siga, at átta ísraelskir hermenn eru deyðir nærindis býnum, Rafah, í Gazageiranum.

 

Ísraelski herurin (IDF) váttar eisini tíðindini.

 

Sagt verður, at hermenninir lótu lív, tá eitt hernaðarakfar fór í luftina, men fyribils verður einki sagt um, hví akfarið sprongdist.

 

Býurin Rafah liggur har suðuri í Gazageiranum, nærindis markinum til Egyptalands, og tað er serliga her, at bardagarnir hava verið seinastu tíðina.

 

Ísrael hevur sagt, at landið fer ikki at helma í við álopunum á hernaðarliga bólkin Hamas, fyrr enn felagsskapurin er jarðlagdur.

 

Tað var Hamas, sum leyp á Ísrael við herfólki og einum ótali av rakettum hin 7. oktober í fjør. Hamas drap nógv fólk og tók nógvar gíslar í álopinum.

 

Myndin, sum er úr Gazageiranum, hevur einki við hendingina í dag at gera, tá átta ísraelskir hermenn lótu lív í Rafah. Tað var eitt hernaðarakfar, sum sprongdist, veit Haaretz at siga.