Umleið 130 børn og ung hava meldað seg til Pro Camp hjá B36 hesa vikuna.
Venjarar frá stórfeløgum sum AGF og Randers eru komnir at venja.
Venjingin er frá í dag 1. juli til fríggjadagin.
Tey ungu eru í aldrinum U9 til U13, og talan eru um bæði gentur og dreingir.
Venjingarnar eru frá klokkan 9 - 15.