Klokkan 12 byrjar dysturin, ið kann staðfesta uppflytingina hjá B71 upp í Meistaradeildina hjá monnum.
Um B71 vinnur á B36 2 inni í Dal, so verður talan um fyrstu ferð síðani 2011, at B71 verður at finna í bestu mansdeildini.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum B71 og B36 2.
B71 er greitt oddalið í deildini við 50 stigum. B36 2 er nummar seks í deildini við 23 stigum, og stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting.
Fyrr í ár hevur B71 á tveimum sinnum vunnið á B36 2.
21. mars vann B71 4-0 á B36 2, og 20. juni vann B71 2-1 á B36 2. Í báðum førum var talan um dystir á ovara vølli í Gundadali.
Um B71 tapir fyri B36 2 kunnu teir kortini staðfesta uppflytingina, um ÍF ikki fær fult móti EB/Streymi 2 á útivølli.
Dysturin millum EB/Streym 2 og ÍF byrjar eisini klokkan 12.
B71 hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin millum B71 og B36 2.
Oddsini upp á heimasigur til B71 liggja millum 1,15 og 1,22.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 5,50 og 7,25.
Oddsini upp á útisigur til B36 2 liggja millum 8,50 og 12,00.
HER eru oddsini:
##med2##












