Vandin við mistum gørnum er, at tey kunnu standa og fiska í langar tíðir eftir, at tey eru mist.
Tað kann taka langa tíð, áðrenn nylon rotnar, og tí kunnu gørnini vera til stóran bága fyri fisk í sjónum.
Í Noregi hevur fiskivinnuumsitingin syrgt fyri, at dreggjað verður eftir gomlum og mistum gørnum.
Her hevur verið skipað fyri átøkum í ávísum økjum, har roknað verður við, at mist gørn og mistur reiðskapur er.
Kystmagasinet vísir á, at eitt slíkt átak herfyri var á Mørebankanum, har heili 300 mist gørn vórðu tikin upp.
Norska fiskivinnuumsitingin sigur, at í ár verða fiskileiðirnar millum Runde og Kirkenes ruddaðar fyri mistan reiðskap.
Sagt verður, at fyrsti partur av uppruddingararbeiðnum í hesum árinum er liðugur.
- Higartil eru næstan 1000 gørn fingin upp, umframt munandi nøgdir av øðrum fiskireiðskapi, veit heimasíðan at siga.
Meira um hetta kann lesast á heimasíðuni hjá www.kystmagasinet.no










