Fyritíðarpensjónistar skulu sleppa framat egnari eftirløn fyrr

Fólk, sum fáa framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón, skulu kunna byrja at fáa sína privatu eftirløn útgoldna upp til trý ár áðrenn vanliga fólkapensjónsaldurin.

Tað er høvuðsinnihaldið í einum nýggjum lógaruppskoti, sum Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fyri Løgtingið.

 

Í dag kann privata eftirlønarsamansparingin sum meginregla ikki setast í útgjald, fyrr enn persónurin røkkur almenna fólkapensjónsaldrinum.

 

Undantak kann gerast, um tað læknafrøðiliga verður staðfest, at ein persónur vegna sjúku hevur styttri væntaðan livialdur. Men tað er ikki galdandi fyri øll, sum hava varandi skert arbeiðsføri og fáa fyritíðarpensjón.

 

Við uppskotinum verður ein nýggjur møguleiki latin teimum, sum hava fingið játtað framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón. Tey skulu kunna byrja útgjaldið, tá tey røkka aldursmarkinum fyri framskundaða pensjón – í løtuni trý ár áðrenn vanliga pensjónsaldurin.

 

Almannaverkið skal fyrst hava játtað pensjónina, og síðani skal TAKS vátta, at útgjaldið úr eftirlønarsamansparingini kann byrja.

 

Ikki altíð ein fíggjarligur fyrimunur

 

Tað verður upp til tann einstaka, um hann vil nýta møguleikan. Í viðmerkingunum verður gjørt vart við, at tað ikki fer at loysa seg hjá øllum at byrja útgjaldið fyrr.

 

Privat eftirlønarútgjald verður roknað sum inntøka og kann tí hava við sær, at framskundaða pensjónin ella fyritíðarpensjónin verður lækkað.

 

Í 2026 kann ein pensjónistur hava eitt inntøkugrundarlag á 106.000 krónur um árið, áðrenn almenna pensjónin verður skerd. Av inntøku oman fyri markið verða 30 prosent mótroknað.

 

Byrjar lívrentan at verða goldin fyrr, skal samansparingin eisini røkka til fleiri ár. Tí verður mánaðarliga útgjaldið lægri, enn um bíðað verður til vanliga pensjónsaldurin.

 

Skal bøta um livikorini

 

Endamálið er sambært landsstýrinum at bøta um fíggjarligu umstøðurnar hjá fólki, sum hava eitt langt arbeiðslív aftan fyri seg, men vegna varandi heilsutrupulleikar ikki kunnu halda fram á arbeiðsmarknaðinum.

 

Uppskotið varð eisini lagt fram í undanfarnu tingsetu, men fall burtur, tá val varð útskrivað. Tá tók ein samd fíggjarnevnd undir við uppskotinum.

 

Fíggjarmálaráðið metir ikki, at broytingin fær fíggjarligar avleiðingar fyri land, kommunur ella vinnu. Verður uppskotið samtykt, kemur lógin í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Les løgtingsmálið og skjølini á heimasíðu Løgtingsins