- í vikuni vórðu ljóðmátingar gjørdar í sambandi við eitt skip, sum lá í Ánunum. Mátingarnar vísa, at ljóðstøðið liggur væl niðanfyri galdandi markvirði, siga tey í Klaksvíkar kommunu

Ljóðstøðið var væl niðanfyri galdandi markvirðið

Í vikuni vórðu ljóðmátingar gjørdar í sambandi við eitt skip, sum lá í Ánunum

- í vikuni vórðu ljóðmátingar gjørdar í sambandi við eitt skip, sum lá í Ánunum. Mátingarnar vísa, at ljóðstøðið liggur væl niðanfyri galdandi markvirði, siga tey í Klaksvíkar kommunu

Klaksvíkar kommuna fær viðhvørt fráboðanir frá borgarum um óljóð, eitt nú frá skipum, sum liggja við kei í Ánunum.

 

- Vit taka slíkar fráboðanir í álvara og gera tí javnan ljóðmátingar fyri at tryggja, at galdandi markvirði verða hildin.

 

Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Víst verður á, at í vikuni vórðu ljóðmátingar gjørdar í sambandi við eitt skip, sum lá í Ánunum. Mátingarnar vísa, at ljóðstøðið liggur væl niðanfyri galdandi markvirði.

 

- Kommunan ger javnan kanningar av skipum, sigur kommunan.

 

Lagt verður aftrat, at tað kann vera ymiskt, hvussu fólk uppliva ljóð, og tí er neyðugt at byggja á objektivar mátingar.

 

- Tí hevur tað eisini stóran týdning, at kommunan javnan ger kanningar av skipum, sum liggja við kei.

 

Í Klaksvíkar kommunu verður sagt, at hetta verður gjørt fyri at tryggja, at virksemið á havnalagnum fer fram sambært galdandi reglum, og at neyðug atlit verða tikin til borgarar í økinum.

 

- í vikuni vórðu ljóðmátingar gjørdar í sambandi við eitt skip, sum lá í Ánunum. Mátingarnar vísa, at ljóðstøðið liggur væl niðanfyri galdandi markvirði, siga tey í Klaksvíkar kommunu