Fyrra fráboðanin um grind kom umleið klokkan 18 í gjár. Tá varð ein grind sædd úti í Djúpunum. Avgjørt varð at lata hana fara.
Umleið ein tíma seinni, klokkan 19.15, varð aftur boðað frá grind. Hesaferð var hon út fyri Hvítanes á Streymoynni.
Heldur ikki henda grindin varð hildin til eftir avgerð frá sýslumanninum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Sambært fráboðanunum var talan um smærri bólkar av grind.












