Bárður: Tveir lærarar eiga at vera í flokkinum

– Tveir lærarar eiga at vera í flokkinum, um tað á nakran hátt ber til. Tað sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, sum lovar, at tvílæraraskipanin verður ment og víðkað hetta samgonguskeiðið.

Í dag er tvílæraraskipanin bara galdandi í 1. og 2. flokki, tá ávíst næmingatal er í flokkinum. Men hetta skal broytast, sigur Bárður á Lakjuni í samrøðu við Skúlablaðið.

 

– Hetta samgonguskeiðið tori eg at siga, at tvílæraraskipanin verður ment og víðkað. Hvussu nógv tori eg ikki at siga í løtuni, tí vit renna okkum alla tíðina í, hvussu vit skulu fíggja tað, sum vit vilja arbeiða fyri, sigur landsstýrismaðurin.

 

Fíggingin skal sambært honum finnast innan skúlaskipanina.

 

Álitið um broytingar í fólkaskúlalógini mælir til, at tvílæraraskipanin verður víðkað til og við 6. flokk, tá 13 til 20 næmingar eru í flokkinum. Skipanin skal sambært álitinum eisini fevna um samanlagdar flokkar.

 

Bárður á Lakjuni, sum sjálvur er útbúgvin lærari, vil tó fyrst hyggja at royndunum, sum skúlar í løtuni gera við tvílæraraskipan og co-teaching.

 

– Tað er eingin ivi í, at tvílæraraskipan kann vera við til at gera nógv viðurskifti betri í fólkaskúlanum, tað veri seg bæði at møta einstaka næminginum og tørvinum hjá honum, at hava skapandi lærugreinir og so framvegis, sigur hann við Skúlablaðið.

 

Kann fyribyrgja mistrivnaði

 

Landsstýrismaðurin vísir á, at lærarar í dag hava nógvar uppgávur, samstundis sum fleiri næmingar hava tørv á serligum fyriskipanum fyri at kunna vera í vanliga skúlaflokkinum.

 

Hann heldur tí, at tveir lærarar eiga at vera um flokkin, tá tað ber til. Men tað krevur eisini, at lærararnir arbeiða saman og hava felags ábyrgd.

 

At arbeiða í tvílæraraskipan er sambært Bárði á Lakjuni ein førleiki, sum lærarar skulu skúlast í.

 

Hann væntar, at ein vælvirkandi tvílæraraskipan kann gera tað lættari at røkka einstaka næminginum og samstundis menna læringina.

 

– Við eini væl virkandi tvílæraraskipan eiga vit betur at kunna røkka einstaka næminginum, menna læringina og fyribyrgja mistrivnaði, einsemi og skúlafráveru, sigur hann.

 

Tað hevur eisini stóran týdning at seta tíðliga inn, tí tað er munandi torførari at venda gongdini, tá næmingar longu mistrívast ella kenna, at teir ikki megna fakligu læringina og felagsskapin.

 

Royna co-teaching

 

Tveir skúlar eru í løtuni við í eini royndarverkætlan við co-teaching, har tveir javnsettir lærarar fyrireika, undirvísa og eftirmeta í felag.

 

Aðrir skúlar hava eisini sett co-teaching í verk, og sambært Skúlablaðnum hava fleiri skúlar áhuga í skipanini.

 

Enn er ov tíðliga at gera endaliga niðurstøðu um royndirnar, men ein ávegis eftirmeting verður gjørd við skúlaárslok.

 

Komandi skúlaár fáa skúlar eisini møguleika at søkja um skúlaskeið í co-teaching í samstarvi millum Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum og Nám.

 

Kelda: Skúlablaðið