Diana prinsessa gongur eftir einum tryggum geira í einum øki við landminum í Huambo í Angola. Hon var á fýra daga vitjan í landinum fyri at stuðla arbeiðinum hjá Reyða Krossi at fáa landminur bannaðar kring heimin. Mynd: Jose Manuel Ribeiro/Ritzau Scanpix

Beiggi Dianu vil siga sannleikan um systur sína

Charles Spencer, beiggi Dianu prinsessu, gevur í næsta mánaði út bók um lívið hjá systur síni. Hann sigur seg vilja rætta ósannindi, sum við tíðini eru vorðin góðtikin sum sannleikar.

Diana prinsessa gongur eftir einum tryggum geira í einum øki við landminum í Huambo í Angola. Hon var á fýra daga vitjan í landinum fyri at stuðla arbeiðinum hjá Reyða Krossi at fáa landminur bannaðar kring heimin. Mynd: Jose Manuel Ribeiro/Ritzau Scanpix

Nærum 30 ár eftir deyða hennara vil Charles Spencer nú siga sína egnu søgu um systur sína, Dianu prinsessu.

 

Bókin eitur Swan Song: Diana, My Sister og kemur út 22. september. Hetta er fyrstu ferð, at Charles Spencer greiðir so nágreiniliga og opið frá lívinum hjá systur síni og teirri lagnutungu vikuni, tá hon doyði. 

 

Charles Spencer sigur, at nú 30 ára dagurin fyri deyða Dianu nærkast, hevur hann aftur fingið nógvar áheitanir um samrøður um systur sína.

 

Tað fekk hann at seta sínar egnu tankar og minnir á blað eina ferð med alla.

 

Hann sigur, at hann heldur tað vera betri sjálvur at greiða frá enn aftur at lesa metingar hjá øðrum, sum í fleiri førum byggja á ósannindi, ið við tíðini eru vorðin góðtikin sum sannleikar.

 

Endamálið er, sigur hann, at siga sannleikan um Dianu sæð við eygunum hjá beiggja hennara – á sama hátt sum hann royndi at gera, tá hann helt minningarrøðuna við jarðarferð hennara í 1997. 

 

Vóru nær knýtt sum børn

 

Í bókini greiðir Charles Spencer millum annað frá uppvøkstrinum saman við Dianu. Tey vóru yngstu børnini í Spencer-familjuni og vóru sera nær knýtt.

 

Tey kallaðu hvørt annað loyniliga fyri »Duch« og »Carlos«, spældu saman á familjugarðinum og hjálptu hvørjum øðrum ígjøgnum truplar tíðir, ikki minst tá foreldrini skiltust.

 

Lívið broyttist grundleggjandi, tá Diana giftist Charles prinsi í 1981. Hon gjørdist eftir stuttari tíð ein av kendastu kvinnunum í heiminum.

 

Charles Spencer lýsir í bókini eisini, hvussu hann sá systur sína brúka støðu sína til at varpa ljós á fólk, sum annars ofta vórðu gloymd, samstundis sum hon sjálv livdi undir einum støðugt vaksandi trýsti frá miðlunum. 

 

Diana doyði 36 ára gomul í einari ferðsluvanlukku í París 31. august 1997.

 

Kenda røðan við kistuna

 

Charles Spencer fekk sjálvur ein serligan leiklut dagarnar eftir deyða systurinnar.

 

Við jarðarferðina í Westminster Abbey helt hann eina nógv umrødda minningarrøðu, har hann millum annað fanst hvassliga at miðlunum og lovaði, at familjan hjá Dianu skuldi verja synir hennara, William og Harry.

 

Nú, nærum 30 ár seinni, sigur hann, at nýggja bókin í ávísan mun hevur sama endamál: at tala fyri Dianu.

 

– Eg vóni, at bókin fer at hava áhuga hjá teimum mongu, sum framvegis minnast Dianu, meðan hon livdi, sigur Charles Spencer.

 

Hann vónar eisini, at yngri fólk, sum ikki sjálvi minnast Dianu, eftir bókina fara at skilja, hvør hon veruliga var.

 

Hann lýsir systur sína sum eitt heilt serligt og livandi menniskja – við kærleika, karisma og sjálvsiva – sum hóast stutta lívið gjørdi heimin til eitt betri stað. 

 

Swan Song: Diana, My Sister verður 384 síður og kemur út 22. september.

 

##med2##

##med3##

##med4##

 

Diana prinsessa gongur eftir einum tryggum geira í einum øki við landminum í Huambo í Angola. Hon var á fýra daga vitjan í landinum fyri at stuðla arbeiðinum hjá Reyða Krossi at fáa landminur bannaðar kring heimin. Mynd: Jose Manuel Ribeiro/Ritzau Scanpix

Johnny Eggitt/AFP/Ritzau Scanpix

Ein bretskur kongshúsvinur heldur eina mynd av Dianu prinsessu uttan fyri Kensington Palace í London 31. august 2022, tá 25 ár vóru liðin, síðan hon doyði í ferðsluvanlukkuni í París. Diana doyði 36 ára gomul 31. august 1997. Mynd: Peter Nicholls/Reuters/Ritzau Scanpix

Diana prinsessa og Charles prinsur koma út úr St Paul’s Cathedral í London eftir brúdleyp teirra 29. juli 1981. Tey giftust framman fyri hundraðtals milliónum sjónvarpshyggjarum kring heimin. Mynd: AFP/Ritzau Scanpix